Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin um vikuskifti. Hann hevur teknað eini hús, sum eru lítil uttan at virka lítil. Hann heldur, at føroyingar byggja alt ov stór hús.
– Vit skulu læra okkum bert at hugsa um tað, sum er neyðugt at hava í einum húsum, soleiðis at vit kunnu byggja minni. Hetta ger samstundis, at fólk fáa betri ráð at byggja sær eini hús, sigur Albert Isfeld, arkitektur, við Sosialin.
Hann kallar hetta húsið Domus Mini, lítla húsið. Hugsjónin er, at fleiri hava trupult við at seta búgv, tí at húsaprísirnir eru høgir í løtuni. Hetta er tí ein roynd at vísa á, hvussu byggjast kann bíligari.
– Eg havi hoyrt frá fleiri, at tey hava ikki ráð at byggja, tí bankarnir eru so trekir at læna pengar.
– Tú skalt gera tær greitt, hvørjum tú hevur tørv á, og hvørjum tú ikki hevur tørv á. Hetta er áhugavert, tí um hetta vinnur fram, so fara øll í Føroyum at byggja soleiðis, sigur royndi arkitekturin.
Millum tað sum ikki er neyðugt at hava í einum húsum longur eru gongir og kjallari, og
hurðar skulu avmarkast mest møguligt, sigur Albert Isfeld í samrøðuni við Sosialin.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu keypa blaðið á www.sos.fo