Sveis og Føroyar, tvey tey seinastu mótstøðuliðini hjá Danmark í bólkaspælinum í EM kvinnuhondbólti, eru lutfalsliga nýggj á altjóða pallinum. Og hvat støði viðvíkur minst eitt stig undir Danmark.
Tí skal eingin ivi vera um úrslitið, tá donsku kvinnurnar møta ávikavist báðum tjóðunum sunnudagin og týsdagin, skrivar danska tíðindastovan Ritzau, sum heldur, at tað letur upp fyri, at danska liðið, við fleiri nýggjum fólkum, kann royna og fínstilla okkurt av tí, sum skal sita seinni í kappingini, um Danmark vil spæla við í stríðnum um heiðursmerki.
- Vit mugu fara inn og menna okkara spæl sum lið. Nú hava vit spæl ein dyst í bólkaspælinum, og tað var ein fínur upptaktsdystur, men tað eru nógv fleiri dygdir, sum vit mugu lata upp fyri, sigur linjuverjin Rikke Iversen.
Meðan Danmark hevur fingið ein lættan innleiðandi bólk, so bendir alt á, at hørð mótstøða bíðar í millumumfarinum, skrivar danska tíðindastovan.
Um tað gongur sum væntað, so verða Noreg, Slovenia, Holland og Týskland mótstøðuliðini her, og í teimum dystunum verður ikki pláss fyri »venjing«, sum ímóti Sveis og Føroyum.
- Tá vit vónandi koma víðari í hesi kappingini (til millumumfarið, red.), mugu vit hava ein ryggsekk, har mangt og hvat hevur verið roynt á, leggur hon dent á.
Danska álopið koyrdi ógvusliga í fyrsta dystinum móti Kroatia, sum 34 ferðir mátti í meskarnar eftir bóltinum.
Í mótsetta endanum var Anna Kristensen eisini framúrskarandi, men danska álopsspælið sær betri út enn leingi, og um tað kann haldast, so verður trýstið á verjuna og málverjarnar eisini minni, enn tað hevur verið áður.
- Um vit kunnu halda fram við at skora 34 mál, so kann kanska verjan onkuntíð skrúva tingini eitt sindur upp, har tað kann rigga kortini, sigur Rikke Iversen við Ritzau.
Dysturin hjá Danmark í dag móti sveisisku vertunum verður spældur klokkan 17. Somuleiðis verður seinasti bólkadysturin týsdagin spældur klokkan 17 móti Føroyum , áðrenn tey bæði bestu liðini úr bólkinum flyta til Wien at halda fram við EM í millumumfarinum.
Føroyar møtir Kroatia í dag klokkan 14:30, og Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum, sum hevur undansending klokkan 13:45.