Fjord fjálgar um eina farna tíð

Suffía Nón rekur fyritøkuna Fjord. Suffía er útbúgvin grafikari og sniðgevur plakatir, koppar, skeribrettir, pútur og aðrar lutir við vøkrum myndaevnum.

 

Suffía greiðir frá at myndaevnini aloftast eru afturlítandi og nógv av íblástrinum kemur frá barndóminum tá børn spældu í fjøruni, fiskaðu við tráðu og hoyggjaðu. og Suffía hoyrir frá fleiri at tey blíva rørd av myndunum tí tær minna um gamlar dagar.

 

Myndirnar vísa skemtiliga lindi á føroyingum og onkustaðnis krógva trøll seg og minna á at tey ikki eru burtur, hóast vit ikki altíð varnast tey.

 

Fjord byrjaði virksemi í 2016. Í fyrstuni við plakatum og postkortum. Suffía greiður frá at hon heldur tað vera stuttligt at brúka myndaevnini á ymiskar lutir og tí koma áhaldandi nýggjar vørur. Tað seinasta er uppritsbøkur.

 

Suffía leggur stóran dent á at dygdin skal vera í lagið og hava ein hóskandi prís. Tí fer nógv tíð til at finna røttu veitararnar, ofta noyðist hon at vraka vørur sum ikki hava nøktandi dygd.

 

Flestu veitararnir eru í Svøríki og Týsklandi.

 

Vørðurnar hjá Fjord fáast kring alt landið og í Fuglafirði er handilin fluttur í nýggj snøgg hølið sum Suffía er sera glað fyri. Hon gleðir seg at selja til føroyingar og ferðafólk í summar. Hettar er fyrsta summarið, síðani handilin lat upp, sum ikki hevur verið darvað av koronufarsóttini og tí gleðir hon seg at hitta nógv ferðafólk.