Føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad spældi í dag seinasta dystin í bestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen komu á vøllin fyri Fredrikstad, tá seinni hálvleikur byrjaði í útidystinum í Sandefjord.
Tað eydnaðist Fredrikstad at vinna dystin 1-0. Sigursmálið skoraði íslendski leikarin, Julius Magnusson í 64. minutti.
Fredrikstad endaði á 51 stigum, ið røkkur til eitt sætta pláss í deildini. Tað er meir enn góðkent fyri ein uppflytara.
Komandi leygardag spælir Fredrikstad steypafinalu móti Molde á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. Molde endaði á einum fimta plássi í bestu deildini, og tí spæla liðini um at sleppa út í Evropa í steypafinaluni.