ÍF var á odda 2-0, men Mjølnir vann 3-2

Í Sørvági smurdi SÍ Fleyr av

Polestar-deildin:


Mjølnir – ÍF 3-2 (22-25, 19-25, 25-14, 25-16, 15-12)

 

Heldur óvæntað vann ÍF tey bæði fyrstu settini, áðrenn Mjølnir kom afturíaftur og javnaði til 2-2 eftir at hava vunnið triðja og fjórða sett sannførandi. Í javnbrótaranum hótti ÍF aftur, men tá ið avtornaði, vunnu seksfaldu føroyameistararnir úr Klaksvík.

 

Í fyrstani var tó ikki nógv ið bendi á, at dysturin skuldi gerast so spennandi, tí heimaliðið legði seg á odda 6-1 í fyrsta setti og var eisini frammanfyri 17-14, tá ÍF við fýra stigum á rað fór framum 18-17. Mjølnir megnaði ongantíð at fara framumaftur, og so vann ÍF 25-22.

 

Annað sett var sum eitt kopi av tí fyrsta. Mjølnir legði seg á odda 8-4 og 13-9, men við fimm bóltum á rað fór ÍF frá 14-16 upp á 19-16 og vann eisini settið sannførandi 25-19.

 

Mjølnir var tó aftur best frá byrjan í triðja setti, og hesa ferð var einki vingl og Mjølnir vann við 11 stigum, 25-14. Eins sannførandi var tað í fjórða setti, har Mjølnir fór frá 5-5 upp á 9-5 og økti so líðandi um munin og vann settið 25-16.


Í javnbrótaranum kom spenningur í aftur, tó at Mjølnir fyri tað mesta var frammanfyri; stundum við trimum og einaferð við fýra, tá Mjølnir var á odda 12-8. ÍF minkaði tó um munin niður í eitt stig, til 11-12, men nærri kom ÍF ikki, tí Mjølnir vann næstu tveir bóltarnar og legði seg á odda 14-11, og við smassji á miðjuni frá Vuc Ilic varð settið vunnið  15-12.


Við teimum tveimum stigunum fyri fimmsettaran varðveitir Mjølnir fyrstaplássið á stigatalvuni, men er bert eitt stig frammanfyri SÍ, sum hevur spælt ein dyst færri. Mikudagin tekur Mjølnir ímóti Ternuni, sum einki stig hevur vunnið.


SÍ – Fleyr 3-0 (25-12, 25-15, 25-23)

Í Sørvági smurdi SÍ Fleyr av, og tað var bara í triðja setti, at SÍ fekk mótstøðu. Fleyr var tá á odda 9-8 og 15-13, men SÍ fór framumaftur, áðrenn Fleyr javnaði til 20-20, 22-22 og 23-23. Við smassji frá Tóka í Haraldstovu á miðjuni fekk SÍ dystarbólt, og tá Fleyr ikki fekk bilbugt við blokkinum hjá Bjarna Joensen, vann SÍ 25-23.

 

Støðan í Polestar-deildini:

 

##med2##