Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í dag dyst á heimavølli móti Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Tað endaði við einum teprum eittmálstapi í Aquarama høllini í Kristiansand. Kristiansand var á odda 17-15 í steðginum, men tað endaði við einum 29-28 sigri til útiliðið, Bergen.
Tróndur skoraði tvey mál og legði upp til trý mál í dystinum.
Kristiansand er nummar níggju í deildini við 10 stigum. Teir hava sama stigatal sum nummar sjey og átta, Halden og Arendal sum hava betri málúrtøku.
Komandi sunnudag møtir Kristiansand júst Arendal á útivølli, og tá kunnu Tróndur og liðfelagarnir vinna seg í topp-8 aftur.
Átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl vinna seg í endaspælið.
Kristiansand spælir seinasta dystin undan vetrarsteðginum 21. desember. Kappingin verður tikin uppaftur 5. februar.