Lexus RZ 450e - Ein luksus elbilur frá Lexus

- Øll eru vælkomin at síggja og royna Lexus RZ 450e, siga tey Reyni Service.

 

RZ 450e er nýggjasti Lexus á marknaðinum. Talan er um ein modernaðan elbil við nógvari nýhugsan sum bæði sæst og merkist undir koyring. 

 

Bilurin hevur flott design, sum vísir nýggja designstílin hjá Lexus, bæði innan og uttan. Talan er um ein stóran og rúmligan SUV. Bilurin er høgur frá vegnum og fæst einans sum 4x4. 

 

Bilurin er sera væl útgjørdur og fæst í útgávunum Comfort, Executive og Luxury. 

 

Tað er ein uppliving at koyra ein Lexus RZ 450e. Bilførarin situr væl og hevur gott útsýni allar vegir. Eisini eru skíggjarnir á instrumentborðinum lættir at avlesa. Koyrieginleikar og komfortur eru nakað heilt fyri seg.

Langa aksilfrástøðan, høga fríhæddin og lága tyngdarpunktið eru við til at gera bilin rúmligan við tryggum og stabilum koyrieginleikum. Hann er bygdur upp sum elbilur við battarínum í botninum. Eisini er hann væl ljóðdoyvdur, so lítið hoyrist til hjólini undir koyring. 

Eins og í øllum øðrum Lexus hevur hesin allar innbygdar trygdarskipanir, sum hjálpa bilføraranum undir koyring.

 

Sum ein luksusbilur hevur hann nógvar smartar detaljur sum eitt nú Pano Tech panorama sóltak sum kann skifta millum klárt glas og ráglas eins og hurðahandtøkini innan eru elektrisk og eru løtt at handfara.  

 

##med2##

 

##med3##

 

Lexus RZ 450e hevur 313 hk og koyrir upp til 438 km við eini løðing. Hann koyrir úr 0 til 100 km/t upp á 5,6 sekund. Battaríið vigar 480 kg. og er gjørt í samstarvi millum Toyota og Panasonic. Lexus bjóðar 10 ára garanti ella 1 millión kilometrar til sínar elbilar. 

Hjá Reyni Service verður sagt, at øll eru vælkomin at síggja og royna Lexus RZ 450e. Prísur úr kr. 638.850,- við mvg frádrátti.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##