Tvey føroyingalið vóru í leiki í dag í týsku bundesliguni í hondbólti.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli stórsigur 36-26 á Potsdam. Í steðginum vóru var Füchse á odda 21-16.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á útivølli stórsigur 31-22 á Lemgo. Heimaliðið var betri við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Hannover á odda við bert tveimum málum, 15-13.
Vilhelm fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið. Vilhelm legði eisini upp til eitt mál.
Ígjár vóru Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt fyri stórtapi 24-33 (13-15) móti oddaliðnum, Melsungen. Jóhan skoraði tvey mál í dystinum.
THW Kiel uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu vann á heimavølli stórsigur 35-24 (16-10) á Wetzlar.
Melsungen er fremst í deildini við 20 stigum. Hannover-Burgdorf er nummar tvey, somuleiðis við 20 stigum, men við verri málúrtøku enn Melsungen.
Füchse Berlin er nummar trý við 19 stigum, og Hannover er nummar fýra við 17 stigum. Kiel er nummar seks við 16 stigum, so tað leikar javnt á í bundesliguni.