Komandi borgarstjórin í Kunoyar kommunu, 43 ára gamli, Ólavur F. Nybo, er ættaður av Viðareiði. Hann er giftur til Haraldsunds, har kona hansara er bóndi og arbeiðir í Bónus í Klaksvík. Sjálvur er Ólavur landformaður hjá fullriknum útróðrarbáti, sum 22 ára gamli sonur hansara, Johannes, førir.
Báturin er ein Aqua Star, sum er slakar 12 metrar langur. Teir hava skúr á Stongunum í Klaksvík, og Ólavur heldur tað vera gleðiigt, at her er nakað av lívi aftur, nú nakrir fullriknir útróðrarbátar rógva út, tá líkindi eru.
Nú hann er valdur at gerast komandi borgarstjóri í Kunoyar kommunu, heldur Ólavur F. Nybo, at hetta verður ein spennandi og lærurík uppgáva og avbjóðing, sum liggur fyri framman.
Nýggja bygdaráðið í Kunoyar kommunu fer at seta út í kortið, hvat skal raðfestast tey næstu fýra árini, og komandi borgarstjórin væntar, at tey í bygdaráðnum fara at fáa eitt gott samstarv, har øll eru við.
- Spæliplássini í báðum bygdunum skulu dagførast, og okkara ynski er, at vit fáa eitt betri busssamband, sum ikki er nóg gott sum er. Vit vilja eisini, at Landsverk tekur hond um byrgingina um Haraldsund, sum tosað hevur verið um í fleiri ár.
Hann sigur, at tað er óðamannaverk at senda skúlabørn av bygdini, tá illveður er, og byrgingin liggur undir í sjóroki.
- Her eru nógvir ótespiligir túrar á vetrardegi, serliga á lágættini, og hetta er nakað, sum vit fara at heita á Landsverk um at gera nakað við.
Ólavur F. Nybo sigur, at hann hevur ikki neyvu uppskriftina upp á, hvussu hetta skal gerast, men hann heldur, at tað í øllum førum verður neyðugt at hækka byrgingina.
- Her kann vera nógv brim á høgættini, og er illveður á lágætt, samstundis sum tað er høg flóð, er nærmast ikki farandi eftir byrgingini.
##med2##
Komandi borgarstjórin veit, at byrgingin er eitt mál, sum fleiri bygdaráð hava havt á skrá, men hann sigur seg vóna, at Landsverk nú fær tikið seg saman og bøtt um umstøðurnar og sambindingarliðið - og soleiðis eisini lívæðrina - millum Borðoynna og Kunoynna.
Kunoy hevur egið vatnreinsiverk, men reinsiverkið í Haraldsundi var so niðurslitið, at tað ikki longur er virkið.
- Sitandi bygdaráð valdi tískil eina aðra loysn, har Haraldsund nú fær reint vatn frá Klaksvíkar kommunu, sum aftur fær vatn gjøgnum Kunoyartunnilin, sum verður leitt um fjørðin í slangu.
Ólavur F. Nybo vísir á, at tey í bygdaráðnum hildu tað vera eina betri loysn at samstarva við Klaksvíkar kommunu um vatnið í Haraldsundi heldur enn at brúka nógvan pening upp á at dagføra reinsiverkið í Haraldsundi.
- Um kloakkirnar havi eg skilt, at hetta arbeiðið sambært fyriliggjandi ætlan kemur undir land í 2026.
Komandi borgarstjórin sigur, at í Haraldsundi eru fleiri tøk grundstykki, men grundstykkini í Kunoy eru gingin undan.
- Tað er attraktivt at búgva í oynni, nú skattaprosentið verður 18,5, og barnafrádrátturin í kommununi verður hækkaður úr 7000 krónum og upp í 8000 krónur.
Ólavur F. Nybo leggur aftrat, at Kunoyar kommuna hevur samstarv við Klaksvíkar kommunu um barnaansing og frítíðarskúla, og foreldur í Kunoy rinda somu gjøld til hesar stovnar í Klaksvík, sum foreldur í Klaksvík gera.