Samfylkingin vann stórsigur í Íslandi

Stórar broytingar eru á altingsvalinum í Íslandi, har javnaðarflokkurin Samfylkingin vann stórsigur og gjørdist størsti flokkur

36 ára gamla Kristrún Frostadóttir er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini. Hon kann nú gerast forsætisráðfrú í Íslandi, eftir at flokkur hennara vann stórsigur á altingsvalinum í gjár

Í gjár var altingsval í Íslandi, har politisk ósemja førdi til nýval.

Íslendingar hava valt nýtt tjóðarting, eftir at ósemja um tilflyting, orkupolitikk og búskapin noyddi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, at tveita handklæðið i ringin og skriva út nýval.

Øll valstøðini megnaðu at hava opið hóast illveður, sum gjørdi, at vegir í nógvum økjum vóru stongdir vegna hálku. Uppteljingin byrjaði eftir at valhølini stongdu í gjárkvøldið, og úrslitið væntast tíðliga í morgun.

Hetta er sætta altingsvalið í Íslandi, síðani fíggjarkreppan í 2008 legði íslendska búskapin í oyði og førdi til eina nýggja tíð við politiskum órógvi.

Meiningakanningar vístu, at valið kundi vera einkolvelting, har undirtøkan fyri teimum trimum stjórnarflokkunum minkaði. Bjarni Benediktsson, sum gjørdist forsætisráðharri í apríl eftir at forsætisráðfrúan legði frá sær, stríddist við at halda saman upp á samgonguna við konservativa Sjálvstýrisflokkinum, miðflokkinum Framburðsflokkinum og Vinstra-Grønu Rørsluni.

Í íslendska Altinginum eru 63 sessir.

Úrslitið av valinum er sambært fyribils tølum er, at javnaðarflokkurin Samfylkingin er størsti flokkur við 16 tingsessum. Flokkurin hevði 6 tingsessir, so tað er ein framgongd upp á 10 tingsessir.

Fyribils úrslitið á valinum er sambært íslendska Morgunblaðnum hetta:

 

##med2##

 

 

 

36 ára gamla Kristrún Frostadóttir er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini. Hon kann nú gerast forsætisráðfrú í Íslandi, eftir at flokkur hennara vann stórsigur á altingsvalinum í gjár