Men tann bilførarin varð funnin í gjár og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Vaktleiðarin hjá løgregluni vil ikki siga so nógv um málið, men sigur, at fólk boðaðu frá, og at bilurin og førarin soleiðis vórðu funnin.
Hóast tað vóru gignir fleiri enn fimm tímar, til persónur varð funnin, so verður hann kortini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Hetta verður hann, tí í Føroyum er tann sonevnda »sekstímarreglan« galdandi. Tað merkir, at tú hevur ikki loyvi at vera rúsaður í seks tímar eftir eitt ferðsluóhapp ella eftir at hava koyrt undan politinum. Tað promillum, sum verður máld, tá tú ert handtikin, er galdandi.
Vaktleiðarin sigur, at hendan reglan er ein, sum løgreglan í Danmark misunnir føroysku starvsfeløgunum, tí hon ikki galdandi í Danmark.
Tilburðurin varð fráboðaður klokkan 6:32, og persónurin varð handtikin um middagsleitið.