Tríggir nevndarlimir bóru seg undan afturvali

Á ársaðalfundinum hjá EB/Streymi í dag vórðu tríggir nýggir nevndarlimir valdir, og eftir fundin skipaði nevndin seg ið nýggjum formanni

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

 

Rógvi Egilstoft, formaður, Egil á Bø, næstformaður, og Judith í Skorini Jacobsen, nevndarlimur, stóðu fyri vali og ynsktu ikki afturval.

 

Í teirra stað vóru vald: Jóhannes Hansen, Sarita Vesturdal Vesturtún og Theodor í Búrsstovu. Djóni Eidesgaard og Beinta Lisberg stóðu ikki fyri vali, og halda tí fram komandi árið.

 

Sum titlakslimur vórðu vald: Guðrun Ejdesgaard og Jan Djurhuus.

 

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jóhannes Hansen sum formanni og Theodor í Búrstovu sum næstformanni.