VIDEO: Soleiðis tryggjaðu Føroyar sær fyrsta endaspælsstigið (EM)

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Kroatia-Føroyar 17-17 (8-9)

Hondbólts-Føroyar og Ítróttar-Føroyar stórfegnast. Føroyska kvinnulandsliðið hevur í dag tryggjað sær fyrsta endaspælsstigið við javnleiki 17-17 móti Kroatia í bólki D.

 

Føroyar brendu fýra brotskøst, og fleiri av okkara skotum raktu stengurnar. Føroyar kundu tað sama vunnið á Kroatia. 

 

Málverjin, Annika Fríðheim Petersen og eitt gott avrik í verjuni bar søguliga javnleikin heim.

 

Kroatia vann EM-bronsu í 2020, og tað setir góða føroyska avrikið í perspektiv. 

 

Málskjúttar: Turið Arge Samuelsen 5/6, Jana Mittún 5/12, Pernille Brandenborg 4/7, Anna Elisabeth H. Weyhe 2/5, Súna Krossteig Hansen 1/3.

 

Bjargingar: Annika Fríðheim Petersen 15/28 (53,57 %),  Rakul S. Wardum 1/3 (33,33 %)

 

HER ber til at síggja ein samandrátt hjá Eurohandball frá søguliga dystinum móti Kroatia í Basel:

 

##med2##