Danmark er fremst í okkara EM-bólki, bólki D sum verður leiktur í Basel í Sveis.
Danmark vann 35-30 á Sveis. Í steðginum var Danmark á odda 19-15.
Toppskjúttar hjá Danmark vóru Emma Friis við níggju málum og Andrea Aagot Hansen við fimm málum.
Toppskjútti hjá Sveis við átta málum - og dagsins leikari - var Tabea Schmid.
Danmark hevur fýra stig. Sveis hevur tvey stig, meðan Føroyar og Kroatia hava eitt stig hvør.
Skulu Føroyar vinna seg víðari í millumumfarið mugu okkara vinna á Danmark týsdagin, og so má Kroatia vinna ein lítlan sigur á Sveis.
Týsdagin spæla Føroyar og Danmark klokkan 17, og Sveis og Kroatia spæla klokkan 19.30.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum millum Danmark og Sveis:
##med2##