Annar dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti í EM-endaspælinum er liðugur.
Aftaná eitt hetjuavrik endaði dysturin móti Kroatia í Sankt Jakobshøllini í Basel við javnleiki 17-17. Kroatia var á odda 9-8 í steðginum.
Dagsins leikari - og væl uppiborið - var málverjin, Annika Fríðheim Petersen sum bjargaði 55,56 prosent av kroatisku málroyndunum. Verjan var eisini sera stinn.
Føroyar kundu tað sama vunnið dystin, men fleiri av føroysku skotunum raktu stengurnar seinastu løtuna. Føroyar skoraðu upp á 17 av 39 málroyndum. Tiverri brendu okkara eisini fýra brotskøst. Men hugburðurin og leikliga avrikið var framúr.
Teir 500 føroysku áskoðararnir vóru eisini framúr við sínum larmandi stuðuli, og teir fingu sveisisku áskoðararnar við sær ta seinastu løtuna.
Landsliðsvenjarin, Claus Mogensen segði við KVF, at hann fegnast um søguliga javnleikin, men hann undirstrikaði, at Føroyar kundu væl og virðiliga vunnið dystin. Claus Mogensen dregur fram framúr góða málverjuavrikið hjá Anniku Fríðheim Petersen, og avrikið hjá Pernille Brandenborg og Brynju Høj í verjuni. Málið var at fáa stig, og tað málið er rokkið.
Í samrøðu við KVF valdi dagsins leikari, Annika Fríðheim Petersen at draga fram góðu verjuna sum høvuðsorsøkina til søguliga javnleikin. Hon iðrar seg um, at tað ikki bar til sigurs, men er samstundis fegin um søguliga fyrsta stigið í einum endaspæli.
Málskjúttar: Turið Arge Samuelsen 5/6, Jana Mittún 5/12, Pernille Brandenborg 4/7, Anna Elisabeth H. Weyhe 2/5, Súna Krossteig Hansen 1/3.
Bjargingar: Annika Fríðheim Petersen 15/28 (53,57 %), Rakul S. Wardum 1/3 (33,33 %)