Team Sydhavsøerne snávaði á heimavølli

Liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni og Paula Mittún tapti við sjey málum

Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í dag dyst á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti liðnum, ið nevnist Rækker Mølle.

 

Rækker Mølle vann ein greiðan 38-31 sigur. Útiliðið legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru teir á odda 18-12.

 

Pætur skoraði fýra mál fyri suðuroyggjamenn í dag.

 

Team Sydhavsøerne er nummar sjey í deildini við 11 stigum fyri 12 dystir. Teir hava bert trý stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 hava suðuroyggjamenn dyst á útivølli móti Faaborg. Seinasti dysturin undan vetrarsteðginum verður ikki fyrrenn 21. desember. Tá liggur kappingin still í smáar fimm vikur.