Stad skipstunnilin í Noreg, sum verður heimsins fyrsti, er nú boðin út alment. Tað er norska Kystverket, sum bjóðar tunnilin út og stjórin, Einar Vik Arset, sigur, at hetta er eitt týdningarmikið vegamót.
Tað hevur verið upp á tal at byggja tunnilin síðan í 1990-árunum, men tað var ikki fyrr enn í 2021, at verkætlanin fekk grønt ljós úr stórtinginum, og Kystverket kundi fara undir arbeiðið at bjóða tunnilin út.
- Síðan vit fingu uppávuna at byggja Stad-tunnilin á vári í 2021, hava vit arbeitt nágreiniligt og væl við fyrireikingunum fram ímóti einum útboði.
Einar Vik Arset vísir á, at ein slíkur tunnil er ikki bygdur áður og tískil hava teknisku avbjóðingarnar verið krevjandi.
- At vit nú eru komin undir land við hesum partinum, og verkætlanin er útboðin, er eitt týdningarmikið vegamót, leggur stjóri í Kystverket aftrat í samrøðu við kystmagasinet.no
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/noreg-faer-heimsins-fyrsta-skipstunnil
Lesið eisini - https://www.kystmagasinet.no/anbud-kystverket-stad-skipstunnel/byggingen-av-stad-skipstunnel-sendt-ut-pa-anbud/1859862